Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2023 10:45

Gøtubátarnir Finnur Fríði og Gøtunes skulu landa í Fuglafirði

Mynd: Finnur Fríði liggur á Fuglafirði í dag (Eysturoyarportalurin)

Finnur Fríði, sum hevur roynt í landsynning úr Føroyum hevur fiskað gott 2.200 tons av svartkjafti. Nú liggur hann og bíðar eftir at sleppa at landa.

Gøtunes, sum eisini hevur roynt í landsynning úr Føroyum, hevur fiskað gott 3.000 tons av svartkjafti. Teir eru staddir beint eystanfyri Føroyar og eru ávegis inn á Fuglafjørð og skulu eftir ætlan landa aftaná Finnur Fríða.