Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2026 18:49

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

Tíðindaskriv/Roðin Økistænastan

Roðin fer nú undir eitt nýtt átak, sum hevur til endamáls at gera Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur demensvinarligar. Byrjað verður á Skála, har dagtilhaldið Skálastova heldur til, og ætlanin er síðani at víðka átakið til hinar partarnar av kommununum.

Endamálið við átakinum er at økja um vitanina um demens og skapa eitt samfelag, har fólk, sum liva við demens, og teirra avvarðandi verða møtt við størri fatan, virðing og tryggleika.

Demens rakar ikki bert tann einstaka, sum fær sjúkuna, men eisini familju, vinir og nærumhvørvið. Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum samfelag hava vitan um demens og skilja tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við sjúkuni.

Vitan og undirvísing skulu skapa størri fatan

Ein týðandi partur av átakinum verður at bjóða virkjum, fyritøkum, handlum, feløgum og øðrum áhugaðum undirvísing og kunning um demens.

Undirvísingin skal geva luttakarunum grundleggjandi vitan um demens og ítøkilig amboð til, hvussu vit kunnu møta og hjálpa fólki, sum liva við sjúkuni í gerandisdegnum.

Eisini fara íbúgvarnir í kommununum at fáa møguleika at luttaka í undirvísing og kunnandi tiltøkum um demens.

Við størri vitan og fatan kunnu vit øll vera við til at skapa eitt meira rúmligt og inkluderandi samfelag, har fólk við demens framhaldandi kunnu vera virkin og kenna seg sum ein natúrligan part av nærumhvørvinum.

Skála verður fyrsta stigið

Demenstænastan hjá Roðanum skipar fyri átøkunum og byrja verður á Skála, har Skálastova, dagtilhaldið fyri fólk, sum liva við demens, er staðsett.

Við Skálastovu, sum einum natúrligum útgangsstøði, verður arbeitt við at skapa eitt nærumhvørvi, har borgarar, vinnulív og felagslívið saman kunnu vera við til at gera Skála til eina demensvinarliga bygd.

Royndirnar frá Skála skulu síðani nýtast sum grundarlag fyri at víðka átakið til aðrar bygdir í teimum trimum kommununum.

Eitt felags ábyrgdarøki

At skapa eitt demensvinarligt samfelag snýr seg ikki einans um røkt og umsorgan. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit møta hvørjum øðrum í gerandisdegnum – í handlinum, á arbeiðsplássinum, í frítíðarlívinum og úti í nærumhvørvinum.

Smáar broytingar í okkara atburði og samskifti kunnu hava stóran týdning fyri eitt menniskja, sum livir við demens.

Við hesum átakinum ynskir Roðin at vera við til at skapa eitt samfelag, har fólk við demens kunnu kenna seg trygg, vælkomin og virðismett – og har tað er pláss fyri øllum, eisini tá lívið broytist.

Nærri kunning um undirvísing og tiltøk kemur seinni.

Spjaldur