Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.10.2026 22:03

Mowi við betri úrsliti enn væntað – tók 3.000 tons í Føroyum

Mynd: Eyp.fo

Mowi fekk eitt munandi betri rakstrarúrslit í triðja ársfjórðingi enn væntað. Sambært fyribils tølum var operationella rakstrarúrslitið 275 milliónir evrur, samanborið við 112 milliónir evrur sama tíðarskeið í fjør. Tað skrivar iLaks.

Úrslitið svarar til umleið tríggjar milliardir norskar krónur og er met fyri ein triðja ársfjórðing hjá samtakinum. Metingar hjá grein­arum frammanundan vóru 216 milliónir evrur.

Lægri framleiðslukostnaður og størri tøka eyðkendu ársfjórðingin. Alikostnaðurin lækkaði úr 5,42 niður í 5,11 evrur fyri kilo, sum gav eina samlaða sparing á umleið 51 millión evrur.

Mowi tók tilsamans 186.000 tons av laksi í ársfjórðinginum. Av hesum vóru 3.000 tons tikin í Føroyum. Noreg var størsta framleiðslulandið við 134.000 tonsum.

Fullfíggjaði roknskapurin fyri triðja ársfjórðing verður kunngjørdur 4. november

Hans Jákup Mikkelsen er stjóri á Mowi Faroes, sum hevur høvuðsskrivstovu á Strondum.