Føroya Politi boðar frá, at orsakað av einum omanlopi er Funningsvegurin nú stongdur.
Omanlopið hendi millum Funningsfjørð og Funning, beint við innkoyringina til Funnings.
Arbeiðið at rudda vegin fer í gongd um eina løtu.
Óvist er, nær opið verður aftur.
Vit boða frá aftur her á síðuni.
Dagført kl. 16.16
Nú er koyrandi aftur.