Fimleikafelagið Støkk
Leygardagin varð venjaraskeið hildið í Bylgjuni. Føroya Fimleikasamband (FFS) skipaði fyri, og skeiðshaldari var Martin Holm Hørbye úr Danmark. Hann er dani og kemur úr felagnum SpringNørden.
Á skeiðnum, sum kallaðist “Tøm amboðsrúmið”, legði hann dent á týdningin at læra øll amboðini í amboðsrúminum at kenna, og fáa íblástur til, hvussu hesi kunnu brúkast og setast saman til ymiskar fimleikabanar og venjingarøki.
Her eru nakrar myndir frá skeiðnum sum Fimleikafelagið Støkk hevur tikið:




