Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2026 14:35

Hópdeyði og líðing er ikki djóravælferð

Lesarabræv

Tá vit hava tikið ræðið á laksinum, hava vit eisini tikið ábyrgdina

Vit føroyingar vita væl, hvat djóravælferð er, og vit duga at skilja ímillum tað, sum hendir úti í náttúruni, og tað, sum hendir við djórum, ið vit sjálv hava tikið til okkum at ráða yvir. Tá søgur koma fram um seyð, sum verður vanrøktur, ella doyr í einum seyðahúsi, tí eingin hevur ansað eftir honum nóg væl, vekir tað stóra øsing. Fólk reagera, og spurningarnir koma av sær sjálvum: Hvussu kundi hetta henda? Hava djórini upplivað pínu og líðing? Kundi tað verið fyribyrgt? Og hvør hevði ábyrgdina? Tað er ein sunn og natúrlig reaktión. Eitt djór, sum er latið upp í okkara hendur, hevur krav upp á røkt, og okkara moralska ábyrgd kann ikki vera treytað av, um vit síggja djórið ganga á bønum ella svimja undir sjónum. Empati steðgar ikki við vatnskorpuna.

Men hvat hendir við somu moralsku refleksini, tá djórið ikki er seyður, men laksur? Hvat hendir, tá líðingin ikki sæst á bønum ella inni í einum seyðahúsi, men fer fram undir vatnskorpuni í einum aliringi? Tá broytist málburðurin ofta, so verður deyðin ofta lýstur við tøkniligum orðum. Vit siga felli, biomassi. Tað eru neyðug orð í rakstrinum, men tey kunnu eisini fjala, hvat tey veruliga merkja: at livandi djór eru deyð. Um 17 seyðir doyggja, síggja vit fyri okkum 17 djór. Um hundraðtúsund laksar doyggja, síggja vit ofta bara eitt prosenttal í einari talvu.  Tá djórið hvørvur undir vatnskorpuna, verður tað eisini lættari hjá okkum at gera lívið og líðingina abstrakta.

Laksur við álvarsligum lúsaskaða og sárum á Aird í Skotlandi, 15. juli 2025. Aliøkið er skrásett hjá Bakkafrost. Mynd/upphav: Animal Equality UK. Kelda: Salmon Media Hub.

Tekur tú ræðið, tekur tú ábyrgdina

Tann moralski spurningurin hvørvur ikki, bara tí djórið livir undir vatni. Tvørturímóti. Laksurin í aling er eitt djór, sum vit hava tikið nærum fullkomiliga undir okkara ræði. Vit seta hann í ringin. Vit avgera, hvussu nógvir fiskar skulu vera saman, hvat teir fáa at eta, nær teir verða fluttir, nær teir verða viðgjørdir og hvussu teir verða handfarnir. Laksurin kann ikki velja ein annan ring. Hann kann ikki svimja burtur frá lúsini. Hann kann ikki nokta eina viðgerð. Hann kann ikki flyta, um umstøðurnar gerast ringar. Vit hava tikið valmøguleikan frá honum, og júst tí verður ábyrgdin okkara størri. Tekur tú ræðið, tekur tú ábyrgdina.

Hetta er heldur ikki bara ein moralsk áskoðan. Føroyska djóravælferðarlógin fevnir beinleiðis um fisk, og grundreglan í lógini er óvanliga greið: djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av nyttuvirðinum, tey hava fyri okkum menniskju. Djór skulu viðfarast væl og verjast móti óneyðugari strongd. Tað er bara loyvt at halda djór, um tey kunnu haldast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt, og tann, sum hevur djór undir hond, skal tryggja nøktandi røkt og verja tey móti skaða, sjúku og sníkum. Sjúk og skadd djór skulu fáa hóskandi viðgerð.

Hvat sigur djóravælferðarlógin?

  • Alifiskur er beinleiðis fevndur av lógini.
  • Djór hava eginvirði, óheft av nyttuvirðinum fyri fólk.
  • Djór skulu viðfarast væl og verjast móti óneyðugari strongd.
  • Djór kunnu bara haldast, um tað kann gerast djóravælferðarliga fullgott.
  • Eigarin skal verja djór móti skaða, sjúku og sníkum, og sjúk og skadd djór skulu fáa hóskandi viðgerð.
  • Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við vinnuligum djórahaldi. 

Tí eigur djóravælferð í alivinnuni ikki bara at vera eitt orð í strategiætlanum og frágreiðingum. Tað má síggjast aftur í tí veruliga lívinum hjá fiskinum. Og tá fiskurin doyr í stórum tali, eigur tað eisini at vekja okkara áhuga.

Meira enn 620.000 laksar doyðu í einum framleiðsluumfari í Hvannasundi

Í einum framleiðsluumfari í Hvannasundi suður vóru tølini so stór, at tey eiga at fáa okkum at steðga á. Á A-11 vórðu nærum 400.000 laksar skrásettir sum felli, og á A-21 meira enn 220.000. Samanlagt vóru tað meira enn 620.000 laksar í einum og sama framleiðsluumfari. Tað svarar til nærum ein fjórðing av øllum teimum útsettu fiskunum.

Tey doyðu ikki øll í einum einstøkum tilburði, og tað er týdningarmikið at siga. Hetta er samlaða fellið gjøgnum eitt heilt framleiðsluumfar. Men júst stór tøl kunnu gera okkum blind. Um vit í staðin royna at síggja mongdina fyri okkum, svarar hon við einum vanligum fiskatali á umleið 85–87.000 í hvørjum ringi til góðar sjey fullar aliringar av laksi. Ikki sjey ringar, sum doyðu í senn, men sjey ringar sum mynd av, hvussu nógv einstøk djór talan er um.

Innlit er ein partur av djóravælferðini

Vit vita nógv minni um hesi meira enn 620.000 djórini, enn sjálvt talið kundi givið orsøk til. Tað er heldur ikki nóg mikið bara at vita, hvussu nógvir fiskar doyðu. Ein deyður fiskur hevur eina søgu fram til tað løtu, hann doyr. Tí eiga vit at vita, nær deyðiligheitin kom, hvussu hon var býtt millum ringarnar, hvørjar deyðsorsøkir vóru skrásettar, hvørjar diagnosur vóru settar, og hvussu hetta samsvaraði við sjúku, lús, avlúsing, handfaring, flytingar og umhvørvisviðurskifti. Orðið felli sigur okkum bara, hvussu søgan endaði.

Tað er eisini merkisvert, at eg ikki havi funnið eina stóra almenna tíðindasøgu frá hesum tíðarskeiðinum, sum fortaldi, at meira enn 620.000 laksar vóru deyðir í einum framleiðsluumfari í Hvannasundi. Tað prógvar ikki, at tølini ongantíð hava verið nevnd nakrastaðni. Men munurin er eyðsýndur: hevði talan verið um stóran deyða millum seyð ella onnur sjónlig húsdjór, høvdu vit sjálvsagt viljað vita nógv meira um, hvat var hent.

Hetta er ikki ein staðfesting av, at fiskurin doyði av vanrøkt, og tað skal heldur ikki pástandast uttan prógv. Men deyðiligheit í hesi støddini eigur í sjálvum sær at kalla fram spurningar. Og tí er innlit ein partur av djóravælferðini. Tað merkir ikki, at øll vinnulig vitan skal liggja opin. Men deyðiligheit, deyðsorsøkir og álvarsligar vælferðarhendingar hjá livandi djórum kunnu ikki bara hvørva inn í hugtakið vinnuloynd. Um vit hava tikið djórið undir okkara ræði, má samfelagið eisini hava møguleika at vita, hvussu tað hevur tað.

Skíggjamynd úr videoupptøku av livandi laksi við sera álvarsligum høvuðsskaða á West Strome í Skotlandi, 30. november 2025. Aliøkið er skrásett hjá Bakkafrost. Upptøka/upphav: Animal Equality UK. Kelda: Salmon Media Hub. Link: https://salmonmediahub.org/visual/salmon-with-hideous-injuries/

Hvørji eru vit, og hvat standa vit fyri?

Tað er lættari hjá okkum menniskjum at kenna samhuga við djórum, sum vit síggja og kenna aftur úr okkara egna gerandisdegi. Seyðurin stendur á bønum. Kúgvin stendur í fjósinum. Laksurin er undir vatni. Vit hoyra hann ikki, og vit síggja hann sjáldan. Tí er eisini lættari at gera hann ósjónligan í samvitskuni. Men empati steðgar ikki við vatnskorpuna, og tað, at vit ikki síggja líðingina, ger hana ikki minni veruliga.

Spurningurin er ikki, um laksur er matur. Spurningurin er, hvat vit skylda einum djóri, sum vit hava uppalt, sett í ein ring og gjørt fullkomiliga bundið at okkara avgerðum. Búskaparligt virði strikar ikki moralska ábyrgd. Tað, sum vit krevja fyri seyðin, eigur ikki at hvørva, bara tí djórið svimur undir vatni. Tekur tú ræðið, tekur tú ábyrgdina.

Djóravælferð, líðing og hópdeyði hoyra ikki saman. Tað er so einfalt sum tað. Kanska gerast tølini ov stór at fyrihalda seg til. Kanska ger vatnskorpan okkum blind. Kanska er orðið felli vorðið so vanligt, at vit ikki longur steðga við tað. Men tá meira enn 620.000 djór doyggja undir okkara ræði, eiga vit at steðga á og spyrja, hvat tað sigur um okkara djóravælferð — og um okkum sjálv.

Ein doyvd samvitska ger ongan bata fyri djóravælferðina.

Keldur

  • Innlitstilfar frá Umhvørvisstovuni: Góðkenning av rakstrarætlan 2021–22 á A-11 í Hvannasundi S og Góðkenning av aliætlan 2021–22 á A-21 í Hvannasundi S, við rakstrartølum fyri framleiðsluumfarið 2017–2019.
  • Djóravælferðarlógin: Løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð.
  • Free Salmon Iceland: freesalmon.is – tilfar um djóravælferð, deyðiligheit og viðurskifti í laksaaling.