Mynd: Sjókovin
Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2022 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn, hósdagin tann 30. mars kl. 9.30. Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, bjóðar vælkomin, áðrenn frágreiðingin verður løgd fram. Dyrnar lata upp kl. 9.00. Kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.
Visti tú,
- at útflutningsvirðið av fiskavørum øktist við 26% frá 2021 til 2022.
- at útflutningurin av veiddum fiski til Russlands minkaði niður í helvt frá 2021 til 2022.
- at oljunýtslan fyri hvørt kg av svartkjafti minkaði niður í helvt frá 2021 til 2022.
- at við mistari atgongd til bretskan sjógv er oljunýtslan fyri hvørt kg av makreli vorðin munandi størri.
- at talið av løntakarum í fiskivinnuni, sum eru komnir frá londum uttanfyri Evropa, er økt við 75% frá 2021 til 2022.
Hesi viðurskifti og nógv onnur viðurskifti verða lýst í ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2022. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya. Hon er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.
Í ársfrágreiðingini hesaferð verður aftur hugt nærri at oljunýtsluni í føroyska fiskiflotanum. Við støði í tølum, sum Sjókovin hevur fingið til vega frá reiðaríum, er greining gjørd av oljunýtsluni í ymisku skipabólkunum frá 2019 til 2022. Ætlanin er á hvørjum ári at leggja oljunýtsluna fyri seinasta árið afturat greiningini, og sosatt fáa oljunýtslu at vera eitt afturvendandi tema, ið gongdin í fiskivinnuni eisini verður mett eftir. Í ár verður serligur dentur lagdur á greining av oljunýtsluni í uppsjóvarfiskiskapinum. Umframt stóra týdningin at minka um CO2 útlátið, so gerst greiningin serliga viðkomandi nú, tá oljuprísurin hevur verið methøgur í 2022, og sostatt leggur stórt trýst á lønsemið og hýrur.
Umframt afturvendandi hagfrøðiligt tilfar um avreiðingar, løntakarar, útflutning o.a. lýsir ársfrágreiðingin eisini onnur viðkomandi evni, so sum lívfrøðiliga grundarlagið undir fiskiskapinum og tilmælini frá Havstovuni og ICES, frágreiðingina um lógina um sjófeingi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til Løgtingið, umframt broytingar í føroyska útflutninginum av fiskavørum.
Á tiltakinum bjóðar Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, vælkomin. Síðani leggja starvsfólk á Sjókovanum ársfrágreiðingina fram.
Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósdagin 30. mars kl 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9.00, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.
Neyðugt er at boða frá luttøku her: https://www.sjokovin.fo/tilmelding

Sjókovin er sjálvstøðugur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, hvørs endamál er at stimbra burðardygga menning í fiski- og alivinnuni, og at kunna almenningin um viðurskifti í hesum vinnum. Fyri at fremja endamál grunsins, hevur Sjókovin eisini sett á stovn Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Ocean Cluster Faroes skipar regluliga fyri tiltøkum um viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes.
