Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2026 09:57

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

Á myndini er Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula. Mynd: Formula

Tíðindaskriv/Formula

Nýggi rammusáttmálin um KT-útgerð kemur afturat rammusáttmálanum um teldur, sum Formula vann í september. Við báðum sáttmálunum kann Formula veita almennum stovnum dygdargóða KT-útgerð til sera kappingarførar prísir. 

Formula hevur vunnið útboðið hjá Keypi Landsins um aðra KT-útgerð enn teldur og fegnast um álitið og uppgávuna.

Í september vann Formula rammusáttmálan um teldur. Nýggi sáttmálin er eitt annað útboð og fevnir um aðra KT-útgerð og tilhoyr, sum verður brúkt á føroyskum arbeiðsplássum.

Rammusáttmálin fevnir um fleiri almennar stovnar, teirra millum Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, Fróðskaparsetur Føroya, Glasir, Landsverk og TAKS. Talan er um ein trý ára sáttmála, sum skal gera innkeypið einfaldari og tryggja stovnunum góða og álítandi útgerð til kappingarførum treytum.

Í útboðnum verður dentur lagdur á góðsku, nýtslusemi og álítandi útgerð. Harumframt eru krøv um vørugoymslu í Føroyum og tænastur sum ráðgeving, uppseting og feilfinning.

Vit eru sera takksom fyri aftur at fáa álitið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at kunna bjóða føroyskum stovnum dygdargóða KT-útgerð til somu prísir sum í Danmark – og samstundis veita ráðgeving, tænastu og hjálp her heima, sigur Nikael Mortensen, søluráðgevi innan KT-útgerð hjá Formula.

Hjá Formula er hetta eisini ein partur av einari miðvísari menning, har málið er at tryggja føroyskum kundum – bæði almennum og privatum – góða KT-útgerð til kappingarførar prísir við føroyskari tænastu afturat.

Fyri meg hevur tað stóran týdning, at kundin kennir seg væl hjálptan – ikki bara tá vøran verður keypt, men eisini aftaná. Tað er júst samansetingin av góðum prísi, góðari útgerð og lokalari tænastu, sum vit vilja standa fyri, sigur Nikael Mortensen.

Formula takkar fyri álitið og gleðir seg til samstarvið við stovnarnar.

Spjaldur