Tíðindaskriv
North Atlantic Growth Summit 2027 skal styrkja føroyska kappingarførið
Føroyar standa við einum avgerandi vegamóti. Vaksandi virksemi í Norðuratlantshavi, stórar íløgur í undirstøðukervi, grøna orkuskiftið og broyttar geopolitiskar fortreytir skapa bæði nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar fyri føroyska vinnu.
Tað er í hesum samanhangi, at North Atlantic Growth Summit 2027 (NAGS 2027) verður hildið tann 29. apríl 2027.
Høvuðsspurningurin á ráðstevnuni verður:
Hvar liggur næsta milliardin í føroysku maritimu vinnuni?
Í dag er økið kring havnir, logistikk, shipping, orku og maritimar tænastur ein av teimum mest spennandi vakstrargeirunum í Norðuratlantshavi. Men kappingin um íløgur, farm, fyritøkur og arbeiðsmegi harðnar samstundis.
NAGS 2027 skal tí vera ein strategiskur pallur, har vinnulív, myndugleikar og politiskir avgerðartakarar hittast fyri at kjakast um, hvussu Føroyar best gagnnýta nýggju møguleikarnar og styrkja sítt kappingarføri komandi árini.
Á skránni verða evni sum:
- Kappingin um havnirnar í Norðuratlantshavi
- Føroyar sum møguligur orkuhubbur
- Fígging og trygd fyri maritiman vøkstur
- Maritima grøna orkuskiftið
- Regulering og politiskir karmar
- Lendis- og býarplanlegging í mun til maritiman tørv
- Framtíðar havna- og vinnusamstarv
Endamálið við ráðstevnuni er ikki bara at skapa eitt kjak, men eisini at leggja lunnar undir ítøkiligar loysnir, nýggj samstarv og strategiskar raðfestingar, sum kunnu styrkja føroyska virðisskapan og samfelagsmenning.
– Spurningurin er ikki, um menning kemur til Føroyar, men hvør er við til at mynda hana. Við NAGS 2027 vilja vit savna vinnulív, myndugleikar og politiskar avgerðartakarar um eitt felags kjak um framtíðina hjá Føroyum og teimum maritimu møguleikunum, sum liggja fyri framman, sigur Ólavur í Geil, stigtakari til ráðstevnuna.
