Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.10.2026 21:52

East Rescue eftir stórari boyu í Djúpunum

East Rescue kom til lands við stórari boyu í kvøld. Mynd: Eyp.fo

East Rescue, bjargingarbáturin hjá sløkkiliðnum í Eysturkommunu varð í kvøld boðsendur, eftir at Norrøna hevði sæð eina stóra boyu reka í Djúpunum.

Báturin legði frá landi uml. kl. 18.30, men tað gekk ein góð løta, áðrenn boyan varð funnin. Hon varð síðani tikin við til lands, og klokkan nærkaðist 21.00, áðrenn East Rescue legði at landi aftur.

Hetta er triðja stóra boyan, sum East Rescue hevur verið eftir seinastu mánaðirnar.

East Rescue eftir boyu fyrr í ár.