Giktafelagið og Psoriasisfelagið
Enn einaferð er klimaviðgerðin í Kroatia í vanda. Og enn einaferð skulu Giktafelagið, Psoriasisfelagið og okkara limir brúka orku upp á at verja eina viðgerð, sum ger stóran mun hjá fólki, ið liva við kroniskari sjúku.
Vit halda, at nú er nóg mikið.
Tað kann ikki vera rætt, at sjúklingar ár eftir ár skulu ganga í óvissu og stúra fyri, um játtanin verður varðveitt. Boðini um, at játtanin verður spard burtur, eru komin sera illa við hjá okkara limum.
Fyri tey er hetta ikki bara eitt tal á fíggjarlógini. Tað snýr seg um pínu, rørsluføri, húð, arbeiðsføri og lívsgóðsku.
Hetta er viðgerð – ikki frítíð
Klimaviðgerðin er skipað viðgerð undir læknaligum eftirliti. Ein lækni metir um umsóknirnar og ger av, hvør hevur læknaligan tørv á viðgerðini.
Tað eru ikki øll, sum søkja, ið sleppa við – heldur ikki hóast tey hava eina staðfesta sjúku. Samstundis er tørvurin størri enn játtanin: Fleiri sjúklingar hava tørv á viðgerðini, enn pláss er fyri.
Fyri summi giktasjúk fólk kann klimaviðgerðin geva fleiri mánaðir við munandi minni pínu, minni stívleika og betri rørsluføri. Summi uppliva enntá at vera nærum pínufrí í eitt tíðarskeið.
Fyri fólk við psoriasis kann viðgerðin merkja nærum reina húð í fleiri mánaðir og minni skriða, sviða og annan ampa.
Ein sparing kann gerast dýr
Tá viðgerðin virkar væl, kann hon eisini hava týdning langt út um sjálva sjúkuna.
Minni pína og betri rørsluføri kunnu gera, at fólk megna at arbeiða longri og hava færri sjúkradagar og sjúkrameldingar. Summi kunnu eisini hava minni tørv á heilivági og harvið minni vanda fyri hjáárinum.
Tí er tað ikki nóg mikið bara at spyrja, hvat klimaviðgerðin kostar.
Vit mugu eisini spyrja, hvat tað kostar sjúklinginum og samfelagnum, um hon verður tikin burtur.
Okkara áheitan er greið
Giktafelagið og Psoriasisfelagið heita á politisku myndugleikarnar um at varðveita játtanina til klimaviðgerðina og arbeiða fyri einari varandi loysn, so sjúklingarnir ikki skulu berjast fyri sama viðgerðarmøguleika ár eftir ár.
Samstundis eiga vit at hyggja at møguleikanum fyri at økja játtanina, tí tørvurin er størri enn talið av plássum, sum játtanin higartil hevur rúmað.
Okkara limir hava nóg mikið at stríðast við frammanundan. Teir eiga ikki eisini at bera óvissuna um, hvørt ein viðgerð, sum kann geva teimum mánaðir við einum betri lívi, verður tikin frá teimum.
Hetta er ikki ein frítíðarferð. Hetta er viðgerð.
Og fyri okkara limir snýr tað seg um lívsgóðsku, arbeiðsføri og ein gerandisdag við minni pínu.