Á middagsleitið í gjár fekk løgreglan boð um, at ein persónbilur var farin útav vegnum omanfyri Oyndarfjørð og Hellurnar.
Sum sæst á myndinum, so er bilurin farin uml. 50 m ella meira omanav vegnum har eitt av svingunum er og har tað er rættuliga høgt omanav, og er endaður niðri í bønum.
Sum sæst, so er bilurin farin rættiliga illa.
Bilførarin var einsamallur í bilinum og varð fluttur á sjúkrahús til kanningar fyri møguligar skaðar, upplýsir løgreglan.

Mynd: Eyp.fo