Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.10.2026 14:43

Álvarsligt trygdarbrot -hava fingið atgongd til persónsupplýsningar

Føroya Politi

CPR (Det Centrale Personregister) hevur staðfest eitt álvarsligt trygdarbrot, har óviðkomandi hava fingið atgongd til nógv nøvn, bústaðir og CPR-nummur.

Nógvir føroyingar hava CPR-nummur, og vandi er nú fyri, at hesar persónsupplýsingar kunnu verða misnýttar.

Ver varin, um onkur kemur við einari óvæntaðari áheitan

Ver serliga varin, um tú fært eini sms-boð, uppringing ella teldupost, har sendarin nevnir persónligar upplýsingar um teg. Minst til, at stovnar og myndugleikar ikki senda ella biðja um persónligar upplýsingar á henda hátt.

Trýst ikki á óvæntað leinki

Um tú fært ein óvæntaðan teldupost ella sms-boð við einum leinki, mást tú ikki trýsta á tað. Far í staðin sjálv/ur inn á almennu heimasíðuna, ella ring til høvuðsnummarið hjá stovninum ella myndugleikanum og kanna, um áheitanin er sonn.

Lat ikki persónligar upplýsingar frá tær

Lat ongantíð upplýsingar um MitID, Samleikan, loyniorð, kortupplýsingar ella tílíkt frá tær.

Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú latið persónligar upplýsingar frá tær, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Um skaðin hendir eftir arbeiðstíð, kanst tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum.

Spjaldur