Team Klaksvík vann í dag, á útivølli í høllini á Skála, ein 23-26 sigur á monnunum hjá StÍF.
Støðan í hálvleikinum var 9-16 til Team Klaksvík.
Pætur Johansen og Pætur Ó. Barclay gjørdist toppskjúttar hjá strandingum, meðan Páll Müller var toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo










































