Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2026 14:10

Meting fyri viku 41, 2026

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Seks frystilínuskip eru við Føroyar. Tey fiska eina blanding av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland og fiskar svartkalva.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Vantandi landa allir síst í vikuni.