Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2026 15:30

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

Mynd: Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt av, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og lønardeildin á Gjaldstovuni verða lagdar saman í eina deild í 2027. Deildin fær heitið Løn landsins. 

– Tíðin er komin at nýskipa lønar- og starvsfólkafyrisitingina hjá tí almenna. Tað er neyðugt, so økið verður umsitið so skilagott og gagnligt, sum tað kann. Lønar- og starvsfólkafyrisiting verður tí skipað sum deild á Gjaldstovuni, sigur landsstýrismaðurin, og leggur afturat:         

– Orsøkin til hesa avgerð er, at tað er ein fyrimunur, at tættari samband verður millum tær funktiónir, sum deildirnar í dag røkja, og at hetta gevur betri grundarlag at byggja upp tey øki, sum mugu raðfestast.

Fyri at henda nýskipan skal eydnast væl, er neyðugt at raðfesta arbeiðsmarknaðar- og talanalysu, undirvísing og kunning. Landsstýrismaðurin hevur tí boðað frá, at økið hetta verður raðfest í 2027 og 2028.

Lønarsamráðingar, eins og í dag, vera ein sjálvstøðug funktión. Deildarstjórin á nýggju deildini, Løn landsins, hevur ábyrgd av lønarsamráðingunum við beinleiðis tilvísing til landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, men er í øllum øðum viðurskiftum partur av Gjaldstovuni og vísir til avvarðandi stjóra.

Lønar- og starvsfólkafyrisitingin hjá landinum hevur stórt sæð verið umsitin óbroytt í nógv ár.  Økið er stórt. Sáttmálarnir fevna um lønarútreiðslur fyri omanfyri 3,5 mia.kr., 12.600 persónar og 5.600 ársverk. Hjá nógvum av almennu stovnunum er lønarjáttanin bróðurparturin av tí játtan, sum stovnurin hevur at ráða yvir.