Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2026 11:37

Betra korini hjá ungum og eldri

Mynd: Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið

Lestrarumstøður hjá ungum, arbeiðsmøguleikar hjá pensjónistum og átøk móti rúsevnum eru nøkur av økjunum, sum landsstýrið raðfestir í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027

Í dag hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg fyri 2027.

Sambært uppskotinum verða inntøkurnar 8.076,8 mió. kr. Útreiðslukarmurin er 8.038,3 mió. kr. Tað merkir, at 38,5 mió. kr. eru í avlopi. Av útreiðslunum fara 7.457,7 mió. kr. til rakstur, og 580,6 mió. kr. eru løgur og løgukendar útreiðslur.

Tá ið eg gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum setti eg mær sum høvuðsmál at fáa javnvág í fíggjarlógina. Eg eri sera fegin um, at tað er eydnast – samstundis sum vit megna at gera íløgur í fólkið, serliga yngra ættarliðið», sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Búskapurin væl fyri

Føroyski búskapurin er væl fyri. Arbeiðsloysið er metlágt, og nettotilflytingin hevur eisini sett met í ár. Almenna skuldin er lutfalsliga lág, sammett við OECD-londini, og føroyska samfelagið hevur stóra nettoogn mótvegis útlondum.

Altjóða rentustigið hækkar væntandi nakað seinni í ár og í 2027. Fíggjarmálaráðið metir kortini, at útlit eru fyri einum hóvligum búskaparvøkstri næstu 1-2 árini. Støðan í Miðeystri og Ukraina, umframt skiftandi fráboðanir úr USA um handilsforðingar og revsitoll, kunnu tó geva óvissu um metingarnar.

Raðfesta ungdómin

Búskaparráðið minnir í sínum frágreiðingum á haldførið og um at tálma útreiðsluvøkstrinum. Landsstýrið ger í hesum fíggjarlógaruppskotinum átøk fyri 80 mió. kr. í rakstrinum, m.a. lægri játtan til sendistovuvirksemi og at leggja Nám, Undirvísingarstýrið og Sernám saman. Aðrar effektiviseringar verða gjørdar, tá ið nýskipanarnevndin kemur við sínum tilmælum.

Ein týðandi raðfesting í uppskotinum er at fáa ung at velja Føroyar. Landsstýrið fer at betra um umstøðurnar hjá lesandi, eitt nú við at seta 66 mió. kr. av til Kampus-ætlanina, at hækka inntøkujavningina av lestrarstuðlinum og at raðfesta Erasmus+. Eisini verður peningur játtaður til arbeiðið at útvega Ítróttarháskúlanum í Suðuroy nýggjan skúlabygning.

Átøk verða raðfest, sum skulu fyribyrgja og tálma misnýtslu av rúsevnum. Í uppskotinum til fíggjarlóg er játtan sett av til tolleftirlit, SSP-samstarv og upplýsing um rúsevni. 

Mótrokning linkast

Pensjónistar skulu hava betri møguleikar fyri at arbeiða. Landsstýrið ætlar at hækka upphæddina áðrenn mótroknað verður í arbeiðsinntøku hjá pensjónistum úr 61.900 kr. upp í 300.000 kr. Uppskot verður lagt fyri Løgtingið í vetur, og eftir ætlan verður skipanin sett í verk 1. juli komandi ár. Broytingin kostar væntandi 50 mió. kr. árliga, og komandi ár skulu brúkast áleið 25 mió. kr. Verður uppskotið samtykt í Løgtinginum, minkar avlopið samsvarandi til 13,5 mió. kr.

Landsstýrið hevur harumframt gjørt av, at samdøgurs- og uttanlandsfrádrátturin ikki skal minka meira, og at løntakarar fáa frádrátt við hámarki fyri limagjald til fakfeløg. Eisini hevur landsstýrið raðfest at hækka játtanina til viðlíkahald av vegum og almennum bygningum.

Rakstrarútreiðslurnar í fíggjarlógaruppskotinum eru í samsvari við fíggjarpolitiska málið hjá landsstýrinum um, at rakstrarútreiðslurnar ikki skulu vera meira enn 1% hægri enn undanfarna ár.

Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2027

Búskaparfrágreiðing II

Stroyming

Framløga