Dagar og nøvn í álmanakkanum
Hieronymus, doyði 420. Hetta er tann miki kirkjulærarin sum kom úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi fyrsta (366-384), sum setti hann at týða Bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska Bíblilin Vulgata, ið enn (tó eitt sindur umbøtt) verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vulgata merkir tann vanliga. í hesi týðing hevur hann nýtt mong handrit, ið síðani eru horvin, og Vulgata er tí í mongum førum elsta verandi kelda til halgubók. Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í Betlehem.
Saman við Ambrosiusi, Augustinusi og Gregori, er hann ein av katólsku kirkjufedrunum
Dagar og nøvn í álmanakkanum, Axel Tórgarð