Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2026 22:19

Óli heldur fram í Sundalagnum

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar:

Óli Eyðsteinsson Poulsen og EB/Streymur hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við 2028. 

Óli sigur í stuttari viðmerking:
“Eg trívist sera væl í EB/Streymi, so tað kennist gott at hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Vit hava ein góðan hóp, og eg trúgvi veruliga upp á, at vit saman kunnu taka enn fleiri stig framá komandi árini.” 

25 ára gamli klaksvíksjingurin, sum kom til felagið eftir summarsteðgin í 2024, hevur frá fyrsta degi, verið ein týðandi partur av hópinum. 

“Vit eru sera fegin um at Óli heldur fram í EB/Streymi komandi tvey árini. Óli er ein týðandi leikari á miðvøllinum hjá okkum, og er umráðandi fyri okara spælistíl og fyri menningina á liðnum. Óli er sera sterkur á bóltinum, fyllir nógv á miðvøllinum og hevur gott skil fyri spælinum, bæði í tí offensiva og defensiva partinum. Vit fegnast tí um, at hann vil vera við á ferðini hjá okkum, og framhaldandi vera ein partur av tí góðu menningini” sigur ítróttarstjórin í felagnum Niels Pauli Danielsen 

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og allar bestu eydnu komandi árini