Bill Justinussen hevur sett Bárði á Steig Nielsen, landsstyrismanni í Fiskivinnumálum, skrivligan fyrispurning um hýsufiskiskap undir Føroyum.
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum
Evni: Hýsufiskiskapur undir Føroyum
Spurningar:
- Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri serligari veiðu eftir hýsu undir Føroyum, nú fiskifrøðin sigur, at nóg mikið er til av hýsu?
- Um landsstýrismaðurin gevur loyvi til serligan fiskiskap eftir hýsu, fara skip og bátar at fáa loyvi til serskilt at veiða hýsu, hóast dagatalið er uppi?
Viðmerkingar:
Út á heystið koma fleiri skip og bátar á landleiðini í ta støðu, at tillutaða dagatalið er uppi. Hetta er fyri reiðarí og sjófólk ein avbjóðandi støða, tá hesi vita betri enn tey flestu, hvussu støðan er á grunninum.
Fiskifrøðin hevur víst á, at støðan hjá toskinum ikki er góð. Hinvegin er støðan hjá hýsuni góð og tolir stovnurin meiri roynd. Tí er tað viðkomandi at spyrja, um til ber at gera serliga skipan, sum loyvir serstøkum fiskiskapi eftir hýsu uttan at økja veiðutrýstið á onnur fiskasløg.
Landsstýrismaðurin hevur áður víst, at hann lurtar, hoyrir og skilir sjónarmiðini hjá okkara sjófólki og fiskivinnu. Tí er vónin, at landsstýrismaðurin fer at finna eina skipan, sum ger tað møguligt at gera serliga skipan at veiða hýsuna.
Á Løgtingi, 29.09.2026
Bill Justinussen