Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Vilnius í Litava í døgunum 21.-25. september 2026.
Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst.
Nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er minkaður, og størri varsemi krevst í fiskiskapinum. Fyri at tryggja, at veiðan framhaldandi skal vera burðardygg, mælti NAFO-Vísindaráðið til at lækka mest loyvdu veiðu (MLV) millum 19%-34%.
NAFO-limalondini samdust um at áseta MLV til 12.452 tons fyri 2027, sum er ein lækking á 18,9%. Sostatt gjørdist toskakvotan tann hægst møguliga sambært vísindaliga tilmælinum. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.783 tons, samanborið við 3.433 tons í 2026. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru ávikavist 182,8 tons og 69 tons komandi ár.
NAFO lat í 2024 upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Føroyar hava eina kvotu upp á 63 tons, samanborið við 40 tons í 2026.
Veiðibann hevur verið galdandi fyri rækjufiskiskapin á Grand Bank síðan 2015. Vísindaligar kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi, og at útbreiðsluøkið er broytt. Tískil avgjørdi Kanada í summar at lata upp aftur fyri fiskiskapi eftir rækjum í egnum sjógvi, og í hesum sambandi samdust NAFO-limalondini um aftur at loyva veiðu eftir rækjum á Grand Bank. MLV varð ásett til 1.641 tons, og føroyski parturin stendur at vera 1,1% ella 18 tons. Føroyar hava tó, áðrenn veiðibannið varð sett í gildi í 2015, áhaldandi mótmælt býtinum av rækjum millum limalondini. Føroyska støðan er, at Føroyar fingu ov lítið í sín part, tá ið eitt fyribils býti varð gjørt í 1999, tí Føroyar, í mun til onnur limalond, hava søgulig veiðitøl at vísa á.
Rækjustovnurin á Flemish Kap hevur trupult við at koma fyri seg, og veiðibann hevur verið síðan 2022. Limalondini vóru samd um at halda áfram við veiðibanninum eftir rækjum, eins og Vísindaráðið mælti til.
Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Vørn, Havstovuni, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.
NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%.
Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO-økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO-Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.