Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2026 16:37

§52a-fyrispurninguri til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett Jacob Vestergaard landsstýrismanni í sanferðslumálum, fyrispurning í samband við Eysturoyartunnilin.

1.    Nær kann roknast við, at kostnaðurin fyri at koyra í Eysturoyartunlinum lækkar?

2.    Um leiðslan fyri tunnilin ikki sjálvboðin setir kostnaðin niður, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fáa tað í lag?

Viðmerkingar:

Síðani Eysturoyartunnilin læt upp fyri almennari ferðslu 19. desembur í 2020, er ferðslan spakuliga økt. Í rundum tølum er miðalferðslan pr. dag økt við 400 bilum árliga. Tunnilsfelagið upplýsir, at miðalferðslan um dagin í 2022 lá um 5.500 bilar, meðan hon higartil í 2026 liggur um góðar 7.000 bilar. 

Kostnaðurin fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin er alt ov høgur og er ein stórur meinbogi fyri, at politiska upprunaætlanin við tunlinum verður nádd. Politiska ætlanin var og er, at flytførið í meginøkinum og frá útjagaranum inn í meginøkið skal vera maksimalt. So er ikki nú vegna ov høgu tunnilsprísirnar. At ferðsluøkingin einans hevur verið 400 bilar um dagin pr. ár higartil sigur okkum, at príspolitikkurin er alt ov varin. Um prísirnir fara munandi niður fer ferðslan at økjast munandi. Fordømini frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum saman við nýggja Sandoyartunlinum siga alt um, at stórar príslækkingar skapa stór ferðslulop. 

Politiska ætlanin er, at Skálafjørðurin og høvuðsstaðurin gerast ein stórur kraftdepil fyri Føroyar. Tað gerst ikki við verandi okurstunnilsgjøldum. Mentanar, ítróttar og frítíðarlívið er als ikki samanrunnið, so sum politikkararnir upprunaliga droymdu um. Tað eru framvegis sera fá ung fólk úr høvuðsstaðnum, sum ferðast inn í Eysturoynna at luttaka í ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi. Og øvut. Somuleiðis er við samkomunum og øðrum mentanarvirksemi. Og so er tað handilslívið og framleiðsluvinnan. Heldur ikki her er tann stóra flytingin hend, sum upprunaliga varð vónað politiskt. 

Privat koyring

Tað eru fleiri mátar at seta prísirnar niður. Eitt er at áseta eitt mánaðarligt loft. Verandi mánaðarliga loftið á kr. 2.100 er ov høgt og skuldi verið sett munandi niður. Harumframt burdi eitt dagsloft eisini verið ásett. Tað vil siga, at ongin eigur at gjalda fyri meiri enn ein túr um dagin. Eisini eigur eitt árshald at ásetast, sum gevur ein so stóran avsláttur, at tey allarflestu vildu tikið av. Og víðari kundi eisini eitt ársloft verið ásett, sum er so lágt, at tað ikki spreingir fíggjarætlanina hjá familjum, sum hava nógv ørindi hinumegin tunnilin. Eisini kann eitt familjuhald viðgerast. Tí tað eru eisini heilar familjur, sum javnan hava ørindi hinumegin tunnilin. 

Vinnulig koyring

Fyri vinnufyritøkurnar eru prísirnir sera órímiligir. Fyrstu árini vóru tað fyritøkur, sum framvegis koyrdu eftir gamla vegnum gjøgnum Sundalagið. Tað sigur alt um høga prísstøðið. Og framvegis eru tunnilsgjøldini orsøk til, at eitt nú hondverkarar ikki kenna seg at kunna kappast móti lokalum fyritøkum vegna tunnilsgjøldini. Í staðin fyri at gerast ein møguleiki blivu tunnilsgjøldini ein forðing. 

Skal Føroya fólk fáa fulla nyttu úr risaíløguni, sum Eysturoyartunnilin er, mugu prísirnir lækka. Og tað er als ongin ivi um, at tunnilin fer ikki at missa inntøkur. Um vit hugsa, at príslækkingar fara at hava við sær, at ferðslan tvífaldast, fer at bera til at minka prísirnar við eini helvt. Tað er als ikki óhugsandi, at 15.000 bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin dagliga. Tey eru sera mong, sum vildu koyrt fleiri ferðir dagliga, um gjøldini ikki vóru so órímilig. Sum nú er, hugsa fólk seg væl og virðiliga um, áðrenn tey taka túrin. Og tað er als ikki meiningin við tunlinum.

Nú fleiri og fleiri ótolnast eftir, at gjøldini lækka munandi, verður landsstýrismaðurin spurdur um støðuna.