Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2026 14:21

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

Mynd: Løgtingið

Løgtingið

Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, hevði í dag fund við bretsku sendikvinnuna í Danmark, Victoria Billing. Á fundinum varð skift orð um politisk og vinnulig viðurskifti og um fleiri mál av felags áhuga fyri Føroyar og Bretland.
Løgtingsformaðurin og sendikvinnan greiddu hvør sær frá politisku støðuni í ávikavist Føroyum og Bretlandi. Í hesum sambandi varð eisini komið inn á politisku gongdina og tey mál, sum í løtuni hava serligan týdning í londunum báðum.
Ein partur av fundinum snúði seg um vinnulig viðurskifti og samstarv millum Føroyar og Bretland. Millum evnini, ið vórðu umrødd , vóru net og telefonsamskifti, tilbúgving, oljuvinna og fiskivinna. Eisini varð skift orð um Brexit og um viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, eftir at Bretland fór úr ES.
Harumframt varð støðan í Evropa umrødd, serliga við atliti at krígnum og teimum trygdarpolitisku avbjóðingum, sum Evropa stendur fyri.
Fundurin var eitt gott høvi til at skifta orð um felags áhugamál og um tað góða sambandið millum Føroyar og Bretland.

Spjaldur