Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.09.2026 13:08

Aron við A-landsliðnum

Aron Benjaminsen, sum fyrr í summar skifti frá Víkingi til skotska Hearts FC, er úttikin til A-landsliðið - Mynd: Sóltun Henriksdóttir Sørensen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Aron Benjaminsen verður partur av A-landsliðshópinum til UEFA Nations League-dystirnar móti Moldova, Slovakia og Kasakstan.

18 ára gamli vongurin, sum av álvara gjørdi vart við seg í gjárkvøldið, tá U21-landsliðið vann 2-1 á útivølli ímóti Estlandi, verður við, tá manslandsliðið í kvøld setir kós ímóti Moldova.

Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, boðaði á tíðindafundi fyrr í mánaðinum frá, at møguleiki var fyri, at ein spælari afturat fór at leggjast aftur at hópinum til komandi dystirnar.

Nú er greitt, at Aron Benjaminsen verður við á ferðini til Moldova, og somuleiðis verður partur av landsliðshópinum til heimadystin móti Slovakia 2. oktobur og útidystin móti Kasakstan 6. oktobur.