Tíðindaskriv/Føroya Symfoniorkestur
Í samband við heystkonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum verður skipað fyri undanpráti áðrenn konsertirnar. Dirigenturin, Catherine Larsen-Maguire fer at greiða frá verkunum, ið verða framførd, og fólk kunnu seta spurningar.
”Hetta er eitt nýtt tiltak, vit hava sett í verk til heyst- og várkonsertirnar. Endamálið er at skapa eitt tættari samband við áhoyararnar, at greiða nærri frá tónleikinum og tónasmiðunum. Eitt undanprát kann eisini broyta stemningin og gera konsertupplivingina meira óformella. Og so fáa áhoyararnir eisini høvi at seta dirigentinum spurningar”, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.
Týski violinleikarin Antje Weithaas, sum í 2025 fekk heiðurin sum besti instrumentalistur í Týsklandi frá ”OPUS Klassik”, verður solistur til heystkonsertirnar. Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll ávikavist 26. og 27. september kl. 19.30. og kl. 16.00.
Á skránni er viðagitna violinkonsertin hjá Beethoven, Symfoni nr. 60 eftir Joseph Haydn og verkið Sound and Fury eftir Anna Clyne. Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare.
Dirigentur: Catherine Larsen Maguire (UK) Solistur: Antje Weithaas (DE)
Føroya Symfoniorkestur skipar fyri undanpráti í samband við heystkonsertirnar
Í samband við heystkonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestrið í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum verður skipa fyri sonevndum undanpráti áðrenn konsertirnar. Dirigenturin, Catherine Larsen-Maguire fer at greiða frá verkunum, ið verða framførd, og fólk kunnu seta spurningar.