Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.09.2026 06:48

Klassisk bók gjørd til film

Filmsfelagið

Mikudagin sýnir Filmsfelagið ein franskan bókmentanarligan klassikara.

Vit eru í heita norðurafrikanska landinum Algeria í 1930’unum, tá gerandisdagurin hjá einum heilt vanligum fransmanni verður skeiklaður, tí mamman doyr, og hann harnæst er fyri eini avgerandi hending á strondini.

Tað er fremsti og ídnasti fransk leikstjórin, François Ozon (f.1967), ið leggur klassisku søguna hjá Albert Camus, L’Étranger, frá 1942 fyri okkum í biografmyrkrinum.

Eftir jarðarferðina tykist alt at venda aftur til tað vanliga. Skrivstovumaðurin, Meursault (Benjamin Voisin) møtir av tilvild starvsfelagnum Mariu (Rebecca Marder) og grannin (Pierre Lottin) órógvar og dregur Meursault inn í eitt trætumál. 

Ein brennandi heitan seinnapart, fer nakað óskiljandi fram á strondini. Hendingin setur spurnartekin við Meursault og allan hansara moral. 

Sum filmsútleiðarin sigur: 

– Visually resplendent with sensuous black-and-white images, Ozon’s elegant and masterfully realised film shines a contemporary lens on Camus’ classic tale of dissociation and morality, capturing the beauty and heat of a charged society on the boil. Both impactful and mysterious, The Stranger is must-see French cinema of the highest order.

Filmsfelagið 30/9 kl 20:00 Hin fremmandi (L’Étranger François Ozon Frakland 2025 122 min)

Spjaldur