Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.09.2026 09:13

Føroyingar dømdu dyst í næstbestu deildini í Danmark

Fyrr í ár dømdi Jákup ein dyst í millum Strømmen IF og Ranheim IL í Norra. Mynd: Vårt Strømmen, vårtstrømmen.no

Jákup Øssursson Mohr og Marner Forná Olsen vóru leygardagin 19. september í Danmark í sambandi við døming, har teir ávíkavist vóru dómari og hjálpardómari, til dystin millum AB og Esbjerg fB í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eisini nevnd Betinia Liga.

Dysturin endaði við tryggum 3-0-sigri til AB. Hálvleiksstøðan var 1-0, og tilsamans vórðu trý gul kort givin í dystinum. Heili 1067 áskoðarar høvdu leita sær til dyst hendan dagin.

Á vøllinum gekk alt eftir ætlan, men eftir dystarlok gjørdist støðan ófriðarlig. Ein bólkur av Esbjerg-viðhaldsfólkum varð møttur av maskeraðum fólkum í hvítum og bláum klæðum. Danska løgreglan kannar nú tvey mál um harðskap, men eingin er higartil handtikin.