Farmaskipið Arnarfell hjá Samskip fekk maskinbrek í gjár, tá tað var statt ein landsynning úr Føroyum.
Reiðaríið P/F Varðin hjá Gøtunes varð eftir middag í gjár kontaktað av Samskip í Føroyum, sum spurdi, um skipið kundi átaka sær uppgávuna at sleipa skipið til lands.
Vaktar- og bjargingarskipini hjá Vørn, Brimil og Tjaldrið, vóru ikki tøk at fara eftir skipinum.
Gøtunes loysti av Runavík klokkan 18.30 í gjárkvøldið og kom fram til Arnarfell um klokkan eitt í nátt. Nakað av sjógvi var, og tí tók tað eina løtu at fáa sleipið fast.
Klokkan 04 í morgun varð farið undir sjálvt sleipið. Tá var Arnarfell statt 72 sjómíl eystur úr Akrabergi.
Gongst sum ætlað, verða skipini á Runavík um klokkan 21 í kvøld.