Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2026 11:13

So vóru 42 hundar eftir

Mynd: Seyðahundasamband Føroya

Seyðahundasamband Føroya

Aftur í dag vóru áskoðararnir á Huntington Farm forkelaðir!

Støði á luttakarunum var, um møguligt, uppaftur hægri enn í gjár. Luttakarin, ið vann seg í semifinaluna, við lægst stigum, fekk 180 stig av 220 møguligum.

Aftur í dag vísti David Kevin Evans síni ótrúligu evni, nú við “Bryn Moel Jet” á breyt 1. Men flottasta úrslit av øllum var tað hjá Onnu Edbom og “Dánakims Sky” úr Svøríki, tær fingu heili 210 stig, á breyt 3, tað er ein mest sum fullkomin roynd.

Føroyingarnir byrjaðu báðir væl á breyt eitt, men tá teir komu til at deila seyðin steðgaði líka sum upp, og tíðin hjá báðum fór, tá teir skuldu rætta seyðin. Tummas Jacobsen og “Moss” endaðu á 27 plássi við 137 stigum. Jónstein Petersen og “Kvikk” endaði á 36 plássi við 116 stigum.

Verandi heimsmeistarin Petter Kvernmo Landfald, úr Noreg, royndi seg beint eftir Jónstein, á breyt 3. Honum gekst so illa at rætta seyðin, at hann mátti gevast. So okkara menn høvdu onki at skammast yvir.

Av norðanlondum kláraðu tey úr Noreg seg best, við trimum semifinalu plássum. Svøríki fekk eitt pláss. Hini komu ikki víðari. Annars skaraðu walisar fram úr við heili 9 semifinalu plássum

42 luttakarar hava nú vunni seg í semifinaluna, ið verður á breyt 1 í morgin kl 08:00. Tá verður kappast um 16 finalu pláss.