Lesarabræv
Í vikuni frættist at ein hernaðarvenjing verður í Vestmanna komandi vikurnar. Talan er um eina venjing, har tað eisini verða herfólk á landi. Hetta er nýtt, og er nakað, vit ikki hava sæð í Føroyum í nýggjari tíð.
Almenningurin frætti um hetta umvegis heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu. Onki skriv var komið frá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, og ongin kunning varð givin Løgtinginum um hetta.
Omaná tað, gjørdist tað beinavegin greitt, at landsstýrismaðurin ikki hevði fullfíggjað yvirlit yvir støðuna. Fyrst skuldi eitt fiskiskip luttaka í venjingini, sum í løtuni er til makrelfiskiskap. Síðani vóru stovnsleiðarar úti frá Vørn og frá aðalráðnum, sum hvørki vistu upp ella niður.
Var hetta so eitt eindømi, so var tað tað.
Men vit hava uppliva hetta fleiri ferðir fyrr.
Tá poliutisku flokkarnir í Danmark avtalaðu sínamillum at seta ein radara upp í Føroyum, varð tað uttan at almenningurin ella løgtingið veit av tí.
Beint eftir innrásina í Ukraina, silgdi ein floti av Nato-skipum til Føroya, uttan at løgtingið ella almenningurin fekk kunning um, at talan var um eina venjing.
Stór C-130J Hercules flogførð hava flogið lágt eftir Skálafjørðinum, uttan at almenningurin ella løgtingið varð kunnað um tað.
Ein hernaðarvenjing fór fram á landi í Gøtu fyri nøkrum vikum síðani, uttan at almenningurin ella løgtingið varð kunnað.
Fyri nøkrum vikum síðani frættu vit frá danska verjumálaráðharranum, at ein verjuavtala var gjørd millum Danmark og Føroyar. Hetta vísti seg seinni at vera ósatt, men ei heldur her var almenningurin ella løgtingið kunnað av landsstýrismanninum.
Og seinasta dømið er so venjingin í Vestmanna.
Sum tit síggja, er listin langur.
Løgtingið hevur samtykt ein tjóðartrygdarpolitikk, sum sigur at Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar-og verjupolitikki. Allar ætlanir og avgerðir um tað, ið fer fram í føroyskum sjógvi, landi og í loftrúmi, skulu viðgerast av føroyskum myndugleikum, sum fólkaræðisliga standa til svars mótvegis Løgtinginum og Føroya fólki.
Tískil gongur tað beint móti tingsins vilja, at landsstýrið hevur so lítið innlit í, hvat fer fram her á leiðir, og ikki megnar at kunna víðari ella ráðføra seg við Løgtinginum.
Eg havi heitt á landsstýrismannin um at tað verður størri gjøgnumskygni í framtíðini, soleiðis, at vit sleppa undan slíkum pínligum støðum aftur.
Tí eg haldi at vit eiga at hava meira innlit í, ávirkan á og ábyrgd av verju- og trygdarpolitikki. Men fortreytin er at mann megnar uppgávuna, tekur hana í álvara og ikki bara spælir fólk í húsi.
Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður