Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.09.2026 13:18

Hópurin til EM í Lettlandi úttikin

Frá 5. til 14. oktobur fer U17-landsliðið við gentum til Lettland, har EM-undankapping er á skránni - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Fannhard Skoradal, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini í Lettlandi frá 5. til 14. oktobur

——————

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman baltisku londunum, Estlandi, Lettlandi og Litava til EM-undankappingina fyri U17-landslið við gentum, sum er á skránni frá 5. til 14. oktobur.

Fannhard Skoradal er venjari hjá U17-gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til kappingina, sum verður í Lettlandi. Dystirnir verða spældir í Jelgava og Jürmala, sum liggja í vestara partinum av landinum, tætt við høvuðsstaðin Riga.

Hópurin
Sigga Smæra Næs, B36
Elin Elmelund Hansen, HB
Rakul Madsen, HB
Hanna Elisabeth Jacobsen, HB
Petsy Káradóttir Nielsen, HB
Lilja Eiriksdóttir Højsted, HB
Maria Kristina Eyðunsdóttir Joensen, ÍF
Unna Billa Toftum Petersen, ÍF
Heidi Jacobsen, KÍ
Aleksandra Zachariasen, KÍ
Rannvá Ryan, KÍ
Erla Joensen, KÍ
Billa Martinsdóttir Justinussen, Skála
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur
Miriam Stauss, Víkingur
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Tóra við Gil, Víkingur

Dystaskráin
7. okt. Estland – Føroyar (12:00 / Jelgava)
10. okt. Føroyar – Litava (12:00 / Jürmala)
13. okt. Føroyar – Lettland (12:00 / Jelgava)