Ein søgulig skurðviðgerð varð mikudagin framd á Landssjúkrahúsinum í Havn. Tað skrivar AvisenDanmark.
Skurðlæknin Jan Krzak sat í Aabenraa í Danmark og stýrdi einum skurðrobotti, sum opereraði ein sjúkling fyri lysku-brok í Havn – umleið 1.000 kilometrar burturi.
Hetta er fyrstu ferð, at robotstýrd fjarskurðviðgerð er framd millum tvey almenn sjúkrahús í Norðurlondum. Viðgerðin eydnaðist væl.
Eitt fullmannað skurð- og doyvingartoymi var hjá sjúklinginum á Landssjúkrahúsinum og kundi taka yvir, um tøknin ella sambandið sveik.
Royndin kann fáa stóran týdning fyri føroyska heilsuverkið, tí tøknin kann geva føroyskum sjúklingum atgongd til serfrøðiliga viðgerð uttanlands – uttan at teir sjálvir noyðast av landinum.
Grein í AvisenDanmark kann lesast her