Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.09.2026 23:15

Seyðahundar á hægsta støði

Seyðahundasamband Føroya

Í dag byrjaði World Trial endiliga!

Og tey ið hava fylgt við á stroymingini eru forkelaði við seyðahundum á hægsta støði. Seyðurin á Huntington Farm er avbjóðandi at reka, tað er ikki ov nógv sagt. Men tað ger at teir bestu hundarnir rættuliga sleppa at vísa seg.

Nevnast kunnu tveir menn, ið eru kendir í Føroyum, ið skaraðu fram úr, við teirra hundum. David Kevin Evans við “Kemi Jack” og Serge van der Zweep við “Beau”. Eisini kann nevnast at Kaja Zupec við “Indi”, úr Slovenia, í løtuni liggur nummar 3, á breyt nummar 1. Hetta gevur helst eitt semifinalu pláss. Hetta er fyrstu ferð at Slovenia er við í kappingini.

Okkara egni Jónstein Petersen royndi seg við Gripi (ikki Kvikk, ið vit skrivaðu í gjár). Tað gekk ikki eftir vild hjá teimum báðum. Teir fingu 84 stig og endaðu á 38 plássi, á breyt 3. Hetta røkkur ikki til semifinaluna.

Av tí at innleiðandi umførini ikki gjørdust heilt liðug í dag, verður byrja kl 06:30 í morgin ári. Tá fáa vit at síggja hvør røkkur semifinaluni.

Tummas Jacobsen og “Moss” og Jónstein Petersen og “Kvikk”, skulu allir royna seg á breyt 1 í morgin. Tummas verður eftir ætlan nummar 11 í røðini, við nummar 152 á rygginum. Jónstein verður eftir ætlan nummar 26 í røðini, við nummar 167 á rygginum.