Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2026 14:24

Eyðdis: Ferð skal á grøna orkuskiftið

Mynd: Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Tíðindaskriv/Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Ferð skal á grøna orkuskiftið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í náttúru- og umhvørvismálum. FNU fegnast, men minnir á, at arbeiðast má hart og miðvíst á fleiri mótum, skal landsstýriskvinnan røkka sínum málum. 

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í náttúru- og umhvørvismálum, vitjaði fyrrapartin í dag Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Landsstýriskvinnan legði dent á, at nú skal verulig ferð koma á grøna orkuskiftið, og at neyðugt er at bera skjótt at. Samstundis skal orkuskiftið skipast soleiðis, at náttúruatlit verða tikin frá byrjan. Eitt ítøkiligt amboð í hesum arbeiðinum verður ein nýggj lendisumsitingarlóg, sum skal tryggja, at atlit at náttúruni koma í fyrstu røð, tá støða verður tikin til, hvar eitt nú vindmyllulundir skulu staðsetast.

– Í FNU hava vit leingi og ofta spurt eftir eini lendisætlan fyri Føroyar. Hóast hetta ikki er ein lendisætlan, so fegnast vit um stigini sum eru tikin, tí hetta bæði kortleggur serstøk náttúruøki og kann eisini gera arbeiðsgongdina smidligari, tá eitt nú vindmyllulundir skulu byggjast. Sostatt fáa vit kanska skjótari bygt út, sigur Jón Kragesteen, formaður í FNU. 

Hann undirstrikar tó, at hetta átakið einsamalt ikki flytir okkum nóg skjótt fram á leið, men at arbeiðast má á fleiri mótum, um landsstýriskvinnan vil røkka sínum málum um at seta veruliga ferð á orkuskiftið. 

Sambært landsstýriskvinnuni er arbeiðið við nýggju lendisumsitingarlogini komið heilt langt.

Á fundinum umrøddu FNU og landsstýriskvinnan eisini ymisk øki í náttúruverndarlógini. Millum evnini vóru kunngerðin um innræsnar plantur, Sandoy og Skúvoy sum verndarøki og møguleikarnir fyri bráðfeingisverju av náttúruøkjum.

FNU takkar fyri vitjanina og fegnast um møguleikan at hava eitt beinleiðis og ítøkiligt orðaskifti um, hvussu vit bæði kunnu seta ferð á grøna orkuskiftið og samstundis tryggja føroysku náttúruna.

FNU hevur eisini boðið landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, á fund. Vinnumál og náttúru- og umhvørvismál renna í alsamt størri mun saman, og tí heldur felagið tað vera týdningarmikið at hava eitt opið orðaskifti um, hvussu Føroyar kunnu menna seg á ein hátt, har bæði grøna orkuskiftið og náttúruvernd verða raðfest.

Fylg leinkið og síggj, hvørji ítøkilig mál FNU ynskir at seta ferð á: https://fnu.fo/ferd-skal-a-grona-orkuskiftid/