Tíðindaskriv/Landssjúkrahúsið
Meðan sjúklingurin lá á skurðborðinum í Tórshavn, sat skurðlæknin í Aabenraa. Landssjúkrahúsið og Sygehus Sønderjylland hava í dag gjørt fyrstu skurðviðgerðina í eini danskari-føroyskari verkætlan við robottstuðlaðari fjarskurðviðgerð. Hetta er tann fyrsta av sínum slag millum tvey almenn sjúkrahús í Norðurlondum.
Landssjúkrahúsið hevur í dag tikið eitt nýtt stig innan framtíðar skurðviðgerð, tá fyrsta robottstuðlaða fjarskurðviðgerðin í Føroyum varð framd sum partur av einari felags danskari-føroyskari verkætlan.
Skurðviðgerðin varð framd á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn við føroyskum skurð- og narkosutoymi til staðar, meðan skurðlæknin sat við einari stýrieind í Aabenraa og stýrdi robottinum umvegis eitt trygt og avbyrgt samband millum Tórshavn og Aabenraa.
Verkætlanin kannar møguleikarnar fyri at brúka nýggja tøkni til at knýta saman fakligan serkunnleika tvørtur um landamørk og samstundis varðveita viðgerðina nær sjúklinginum.
Kanning av møguleikum fyri framtíðina
Endamálið við verkætlanini er ikki at flyta viðgerð úr Føroyum, men at kanna, hvussu nýggj tøkni kann stuðla undir sjúkrahúsviðgerð í smærri samfeløgum og gera tað møguligt at fáa atgongd til serkunnleika, uttan at sjúklingar altíð noyðast at ferðast.
– Vit arbeiða áhaldandi við at menna okkara tænastur og tryggja føroyskum sjúklingum atgongd til bestu viðgerð. Hendan verkætlanin gevur okkum møguleika at kanna, hvussu nýggj tøkni kann nýtast í framtíðini, samstundis sum viðgerðin framvegis fer fram á Landssjúkrahúsinum við okkara egnu fakfólkum rundan um sjúklingin, sigur Elinborg Mortensen, depilsleiðari á Skurðdeildini.
Hon leggur dent á, at talan er um eina innleiðandi royndarverkætlan.
– Føroyar hava drúgvar royndir við at taka í nýtslu nýggjar talgildar loysnir í sjúkrahúsverkinum. Nú kanna vit eisini møguleikarnar innan robottstuðlaða skurðviðgerð. Hetta snýr seg um at læra, savna royndir og meta um, hvørjir møguleikar kunnu verða viðkomandi fyri føroyskar sjúklingar í framtíðini, sigur hon.
Sterkt føroyskt fakligt umhvørvi
Undir allari skurðviðgerðini vóru føroyskir skurðlæknar, skurðsjúkrarøktarfrøðingar og narkosustarvsfólk til staðar á Landssjúkrahúsinum. Um tørvur hevði verið á tí, kundu tey tikið yvir viðgerðina beinanvegin.
Frammanundan vóru gjørdar umfatandi fyrireikingar, tekniskar royndir og venjingar fyri at tryggja trygdina hjá sjúklinginum og eina trygga arbeiðsgongd.
Verkætlanin vísir eisini týdningin av altjóða samstarvi innan sjúkrahúsverkið.
– Smá sjúkrahús mugu ofta hugsa nýtt og samstarva breitt fyri at tryggja atgongd til hægstu fakligu førleikar. Við hesi verkætlanini eru vit við til at menna nýggja vitan, sum kann fáa týdning langt út um Føroyar, sigur Elinborg Mortensen.