Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Lítið lot av útsynningi, sum í morgun hækkar upp í útnyrðing, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið; í støðum mjørki og sirm. Hitin millum 7 og 12 stig.
Fyrrapartin veksur hann vindin til lot frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, sólglottar, og okkurt ælið.
Seinnapartin veksur til frískan vind upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, mest norðanfyri. Tað verður kaldari, millum 5 til 10 stig.
Seint í kvøld og í nátt minkar vindurin so líðandi aftur og lækkar niður móti vestan. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin í nátt millum 2 og 6 stig.
Fyrrapartin í morgin lítið lot vestan, lækkandi niður í útsynning, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.
Sólarris: 06:51 Sólsetur: 19:51