Svimjifelagið Neptun skrivar soleiðis um søguna hjá felagnum:
17 menn møttu á einum fundi í sangstovuni í Glyvra skúla hin 27. februar í 1964. Kl. 20 byrjaði fundurin, ið hevði til endamáls at tosa um møguleikan fyri at fáa gjørt ein svimjihyl nærhendis skúlanum. Hesir møttu á fundinum:
Óli Simonsen, Saltangará.
Símun Nónklett, Lamba.
Andreas Thomsen, Glyvrum.
Eliesar Johannessen, Glyvrum.
Ragnar Jacobsen, Glyvrum.
Joen Jacob Jacobsen (á Langanesi), Glyvrum.
Niels Pauli Hansen, Glyvrum.
Per Hansen (hjá Niels Paula), Glyvrum.
Hans Jacbsen (á Bakka), Glyvrum.
Johan Hendrik Jacobsen, Glyvrum.
Klæmint Jacobsen (á Bakka), Glyvrum.
Alfred Jógvansson, Glyvrum.
Thomas Magnussen, Glyvrum.
Joen Jacob M. Jacobsen (hjá Jákup hjá Rasmusi), Glyvrum.
Zakaris Leitisstein, Runavík.
Poul Poulsen (á Líknagøtu), Saltangará.
Karl Jóhan Hansen, Saltangará.
Fleri av størru framhaldsskúlunum kring landið, ið vórðu bygdir eftir seinra heimskríggj, høvdu umframt eina fimleikahøll eisini eina minni svimjihøll, ætlað til at læra kynstrið at halda sær uppi og at svimja. Í so máta var nýggi skúlin á Glyvrum eitt undantak, og fleiri orsøkir kunnu vera til hetta, m.a. hevur fíggjarliga takið í fimmtiárunum, at byggja tríggjar nýggjar skúlar at kalla samstundis – á Toftum, í Søldarfirði og á Glyvrum – verið eitt somikið stórt tak fyri Nes Sóknar Kommunu, at hylurin á Glyvrum varð valdur frá, í fyrstu atløgu undir øllum umstøðum. Óli Simonsen, sum legði fyri á fundinum, segði eisini, at ein orsøkin til fundin var stóri tørvurin á, at serstakliga skúlaungdómurin lærdi at svimja. Áhugin var stórur fyri ætlanini á fundinum, og eftir at menn høvdu skift orð um málið í tveir tímar, var semja um at skipa eitt felag, sum skuldi arbeiða víðari við ætlanini. Í nevndina voru valdir: Óli Simonsen, Zakaris Leitisstein, Klæmint Jacobsen (á Bakka), Símun Nónklett og Karl Johan Hansen.
Longu 1. mars helt nevndin sín fyrsta fund, hann var hildin í lærarastovuni í Glyvra skúla. Nevndin skipaði seg á fundinum við Óla Simonsen sum formanni, Símuni Nónklett sum næstformanni og Karl Johan Hansen sum skrivara. Fyri at hylurin skuldi vera so nær skúlanum sum gjørligt, var semja um at tosa við Hans Petur Hansen, í Heimistovu, um at selja felagnum eitt grundstykki omanfyri skúlan. Tosað var eisini um hvussu fígging skuldi fáast til vega, m.a. við innsavningum og sjálvbodnum arbeiði.
6. mars í 1964 var aðalfundur, og semja var um at kalla felagið upp eftir rómverska havguðinum Neptun. Á hesum fundinum greiddi nevndin frá, at hon hevði tosað við Hans Petur Hansen um grundøkið, og hann hevði játtað felagnum eitt stykki (20 X 35 metrar) fyri 4 krónur fermeturin.
3. mai var aftur nevndarfundur, og umframt nevndina var Niels Pauli Hansen við á fundinum. Hann hevði játtað at hjálpa felagnum við tekniskum spurningum, og nú legði hann fram fýra ymisk skitsuteknað uppskot. Nevndin tók einmælt undir við einum uppskoti, har ið hylurin var 6,50 X 16,67 metrar til støddar og dýpið frá 0,9 niður á tveir metrar. Tvey av uppskotunum hjá Niels Paula vóru annars 25 metra hyljar til longdar við 10 metra og 12½ metra breidd.
Aðalfundur er aftur 6. mai í 1964. Fundurin tekur undir við uppskotinum hjá nevndini um støddina á svimjihylinum. Sagt var á fundinum, at møguligt var at læna eina gravkúgv frá Landsverksfrøðinginum, og álagt var nevndini at fara undir at grava út sum skjótast. Ætlanir um eydnuhjól vóru eisini umrøddar á fundinum. Okkurt bendir á, at útgrevsturin byrjaði eftir hendan fundin, tí framvegis í 2026 sæst slóðin eftir grevstrinum í lendinum omanfyri Glyvra skúla.
Á nevndarfundi hin 25. oktober 1964 tykist vend vera komin í málið. Um á leið somu tíð sum Neptun verður stovnað, stovna fólk á Toftum eisini eitt svimjifelag. Endamálið hjá teimum var at byggja ein hyl upp at skúlanum á Toftum. Hendan nevndin hevði sett seg í samband við Neptun við tí fyri eyga, at byggja ein felagshyl á stadionøkinum við Toftavatn – samsvarandi býarplaninum frá 1960. Nevndin samdist um at svara, at kundi felagið á Toftum savna lutfalsliga somu upphædd, sum var savnað inn í innara økinum, so var hon hugað fyri at samráðast um málið.
Aðalfundur var í Glyvra skúla hin 15. november 1964. Á hesum fundinum fær nevndin heimild at samráðast um stóru felagsætlanina úti á Mýrunum. 9. mai í 1965 er aftur fundur og gerðabókin greiðir tá frá, at góðar 25 túsund krónur eru savnaðar inn í økinum.
Søgan sigur okkum, at hetta er tíðin, táið alt bendir á, at Nes Sóknar Kommuna fer at ganga sundur í tvinnar lutir. Nevndin í Neptun møtist aftur á fundi hin 27. juli 1966, og tá er greitt, at menn eru vorðnir meiri ivasamur um ætlanina. Skrivað verður: ”Aftaná orðaskifti, sum vísti, hvussu ringar umstøðurnar (kommunuviðurskiftini) vóru í løtuni, til at gera stórvegis í málinum, varð samtykt at bíða fyribils – til skil var komið á kommununa aftur.” Samtykt var at senda eitt kunnandi skriv samsvarandi hesum út til borgararnar í Lamba, á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík.
Fyrsta apríl 1967 komu tvær kommunur formliga burturúr Nes Sóknar Kommunu – Nes kommuna og Runavíkar kommuna. Hetta var samstundis seinasta kommunuslitið í Føroyum.
Nevndin tekur kortini dik á seg aftur á fundi hin 27. mars 1970. Vent verður aftur til ætlanina á Glyvrum, og nevndin viðgerð eitt uppskot, sum byggifelagið Lamhauge & Waagstein hevði gjørt. 4. mai 1970 er aftur fundur, tekningarnar verða góðkendar, og samtykt verður at senda umsøkn um vanligan stuðul til Føroya Skúlastjórn.
Nevndarfundurin hin 1. oktober 1972 er seinasti fundurin í hesi fyrstu fasuni hjá Neptun. Okkurt bendir á, at svarið frá Skúlastjórnini ikki hevur verið til vildar. Nevndin verður samd um at senda Runavíkar kommunu bræv við ynski um, at hon arbeiðir víðari við málinum. Um kommunan tekur av, ætlar felagið at lata henni allar ognir sínar. Eftir góð 8 ár – síðan stovnanina – bendir alt á, at nevndin hevur givið skarvin yvir, tí at útlitini fyri at fáa ætlaða svimjihylin á Glyvrum gjørdan eru so at siga burtur, um ikki kommunali myndugleikin kemur upp í málið. Alt bendir á, at kommunalpolitiska órógvin, sum hevði verið – stríðið ímllum uttara og innara partin í Nes Sóknar Kommunu – gav upprunaætlanini mønustingin. Í staðin fyri eina sterka kommunala eind vóru tvær smærri kommunalar eindir komnar burturúr, sum nú royndu at fóta sær í kommunala geiranum.
Tað ganga nú 33 ár, sambært gerðabókini, áðrenn roynt verður at fáa virknað í felagið aftur. 22. november 2005 var kallað inn til fund, har ið 25 fólk møttu. Óli Simonsen greiddi frá felagnum, og ein nýggj reglugerð var samtykt og nevnd varð vald, í hana komu:
Terje B. Vestergaard,
Fríðbjørg Weihe,
Jenny Troest,
Stig Davidsen,
Petur Lamhauge.
Longu 26. november er nevndarfundur aftur, kjakast verður um framtíðina, og um at fáa fund í lag við kommununa um svimjihallarmálið. Mælt verður eisini til at fáa í lag eina heimasíðu. Nakrir fundir eru í 2006, nógv uppskot um ymiskt, m.a. um at fundast við kommununa, men tað tykist ikki sum at felagið kemur úr stað. 26. september 2006 var vónin so lítil, at skotið varð upp at leggja saman við svimjifelagnum Flot á Toftum, og geva felagnum á Toftum allar ognirnar hjá Neptun. Ein nevndarlimur, Stig Davidsen, mælti staðiliga frá hesi ætlan, og málið varð flutt til støðutakan á næsta fundi. Eftir øllum at døma hevði kommunan aðrar raðfestingar, tí vóru ongi útlit fyri, at hon fór undir eina svimjihallarætlan í bræði. Í 2011 og 2012 er nakað av virksemi í felagnum, men støðan flytir seg ikki.
Nú ganga 10 ár áðrenn fundur verður hildin í felagnum aftur. 27. juni 2022. Nýggi áhugin er helst komin av, at Runavíkar býráð longu á fíggjarætlanini fyri árið 2016 hevði sett pening av til endamálið, og øll árini frameftir var ein nýggj svimjihøll partur av fíggarætlanunum, og virkað varð ítøkiliga við málinum. Býráðið hevði á býráðsfundi hin 27. januar 2022 tikið undir við innleiðandi sáttmála, sum borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og Kjartan Hansen (Kanjon) høvdu skrivað undir frammanundan við fyrivarni. Á býraðsfundinum seinast í juni í 2022 var býráðssalurin á tremur við áhugaðum fólki – og tá varð samtykt at byggja eina svimjihøll fyri 165 milliónir krónur (9 fyri – 1 blonk og 1 ímóti) upp at norðara endanum á Bylgjuni í Runavík, soleiðis sum arkitektafelagið BBP´arkitektar í Keypmannahavn hevði teknað hana.
Ætlandi skuldi svimjihøllin takast alment í nýtslu um ársskiftið 2025/26 og 18. desember 2025 var eykaaðalfundur í felagnum Neptun. Á skránni var: Endurstovnan av felagnum, endurskoðaðar viðtøkur, val av fyribils nevnd fram ímóti regluligum aðalfundi, áseting av limagjaldi og ymiskt. Fundurin var hildin í hølunum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini, og 50 fólk vóru møtt. Í fyribils nevndina vóru hesi vald: Martin Venned, Jákup Øssursson Mohr, Jonnhild Reynholdsdóttir, Dánjal Vestergaard, Eyðun Jensen, Jens Mortan Rasmussen og Rodmundur Nielsen.
Umsíðir hevði felagið fingið ein heimahyl. Síðan hevur felagið skipað seg við Rodmundi Nielsen sum formanni, og er ferð sett á at fáa virknað í felagið skjótast gjørligt. Verulig skipað venjing byrjar í august 2026. Soleiðis skuldu tað ganga á leið 62 ár frá tanka til handling hjá felagnum Neptun, sum nú hevur bestu umstøður til venjingar og kappingar í øllum landinum.