Í samband við mentanardagar í Sunda kommunu, so verður áhugavert vinnutiltak í Eydnuni á Oyrarbakka í kvøld.
Karin Laksafoss og Sámal Rasmussen fara at greiða frá um bókhaldsskipanina “Bókin”.
Helgi Hansen fer at leggja fram um Element- og betongvirkið við Gjógv.
Sjóvinnustýrið kemur at greiða frá krøvunum til ferðafólkabátar, sum sigla við færri enn 12 persónum.
Gunnar Justinussen, eigari av HP Jarn, leggur fram um sína fyritøku.
Signar í Homrun fer eisini at syngja nøkur løg.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Øll skráin til Mentanardagar í Sunda kommunu kann síggjast her