Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2026 13:38

Stórt norskt vaktarskip kom á Skálafjørð í morgun (myndir)

KV Jan Mayen kom inn á Skálafjørðin í morgun. Mynd: Eyp.fo

Aftur í morgun sást ferðsla av vaktar-og hernaðarvirksemið her í Føroyum. Hesuferð á Skálafjørðinum, tá ið eitt stórt grátt vaktarskip fyrrapartin kom skúmandi inneftir Skálafjørðinum.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið upplýsir, at talan er um norska vaktarskipið KV Jan Mayen sum er í Føroyum í sambandi við venjingar sum skulu gerast saman við donsku sjóverjutyrluni.

Upplýst verður eisini, at KV Jan Mayen hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

KV Jan Mayen er eitt nútímans vaktarskip hjá norsku Kystvakten. Skipið varð tikið í nýtslu í 2023 og er bygt til eftirlit og bjargingaruppgávur í Norðuratlantshavi og arktiskum økjum.

Skipið er 136,4 metrar langt, og 22 metrar breitt.

Skipið er styrkt til sigling í ísi og hevur tyrludekk, hangar, skjóttgangandi bátar, radar, sonar og eina 57 mm Bofors-kanón. Høvuðsuppgávurnar eru fiskiveiðieftirlit, bjarging, umhvørvisvernd og eftirlit við norskum sjóøki.