Eiðis Bjargingarfelag
Hóskvøldið varð sáttmáli undirskrivaður millum Eiðis Bjargingarfelag og JUUL um bygging av nýggjari høll til Eiðis Bjargingarfelag.
Nýggja høllin verður staðsett á havnalagnum á Eiði og er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at tryggja góðar karmar fyri virksemið hjá felagnum, bæði nú og í framtíðini.