Firum
Hevur tú vitan, sum kann menna føroysku alivinnuna?
Hevur tú áhugaverd granskingarúrslit, nýggja vitan ella royndir, sum tú vilt deila við onnur? So er Vitan til varandi aling | VTVA 2026 rætta høvið! Tí aftur í ár ber til at senda ein stuttan samandrátt (abstrakt) av eini møguligari framløgu, sum kann verða partur á skránni á ráðstevnuni Vitan til varandi aling, sum verður á Hotel Hilton Garden Inn tann 6. november 2026.
Endamálið við ráðstevnuni Vitan til varandi aling er at savna granskarar og fakfólk í vinnuni og frá myndugleikum til ein dag, har nýggjasta vitanin verður løgd fram og møguleikar eru at umrøða granskingarúrslitini og hitta hvønn annan.
Sostatt er ráðstevnan Vitan til varandi aling eitt gott høvi at greiða frá tí vitan, sum tú liggur inni við.
Um tú spyrt teg sjálva/n, hvat ein framløga á ráðstevnuni kann innihalda? Ja, so er bara at seta tær sjálvum spurningin – er hetta evni viðkomandi fyri føroysku alivinnuni á ein ella annan hátt? Tað kann verða alt frá viðurskiftum, sum snúgva seg um vælferðina ella heilsuna hjá alifiski á sjónum ella á landi, hvussu umhvørvið ávirkar alivirksemi ella umvent – hvussu alivirksemi ávirkar umhvørvi og náttúruna, ella hvussu vitlíki verður brúkt í alivinnuni.
Freistin at lata inn abstrakt er týsdagin 29. september 2026.
📢 Lat abstrakt inn talgilt á ráðstevnu heimasíðuni her
📆 VTVA 2026 | 6. november 2026 | Hotel Hilton Garden Inn
🟢 Tilmelding til ráðstevnuna letur upp heilt skjótt – so fylg við!
Vit gleða okkum at frætta frá tær.