Eysturkommuna
Komandi vikuskifti verður seinasti møguleiki at vitja áhugaverdu framsýningina í Gamla skúla í Leirvík.
Framsýningin tekur støði í útgrevstrinum á Toftanesi, og fleiri av teimum áhugaverdu lutunum, sum eru funnir í útgrevstrinum, verða sýndir fram.
Framsýningin hevur verið opin hvørt vikuskifti í summar.
Hetta vikuskifti verður aftur møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, ið funnin varð á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, úr bronsu ella silvur, og gjørd í Borre-sniði.
Tað er gullsmiður Ghita Ring, Gitustova.fo, ið hevur gjørt eftirgerðina.
Framsýnigin verður opin:
Leygardagin 12. september kl. 10:00 – 17:00
Sunnudagin 13. september kl. 13:00 – 17:00
Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin framvið.