Føroya Arbeiðsgevarafelag
Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna um nýggjan sáttmála fyri handverkarar.
Við nýggju semjuni hækkar lønin við 2,58 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.
Harumframt eru ymiskar aðrar broytingar gjørdar í sáttmálanum.
Semjan er galdandi í tvey ár og er grundað á karmin, sum varð ásettur 1. mai í ár.
Við semjuni er sáttmálin við handverkarafeløgini komin upp á sama støði sum aðrar semjur, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi sáttmálarundu.