Nes kommuna
Í fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur, sambært einum tilboði frá Falkon, til at breiðka vegin á Agninum.
Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon. Avtalað er, at Falkon fer at breiðka vegin umleið tveir metrar á Agninum, frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), áleið 400 metrar til longdar. Hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum.
Agnið, vegurin av Nesi og til Æðuvíkarvegin, hevur annars verið landsvegur. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók kommunan ein part av hesum vegastrekki, ella niðan til Blákrossheimið.
Fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at kommunan yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), góðar 700 metrar.
Falkon fer undir arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tá ið breiðkingin er liðug, fer Landsverk, sambært avtaluni, at seta upp bilverju á vegastrekkinum við Kornavatn.
Mynd: Jóhan Berg, stjóri, og Súni í Hjøllum, borgarstjóri