Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2026 14:08

Brøðurnir, á Lakjuni halda fram saman

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Markus og Jógvan á Lakjuni halda báðir fram í reyðu ÍF-blusuni og verða sostatt framvegis ein partur av hópinum komandi árini.

Markus hevur longt sáttmálan í eitt ár, meðan Jógvan hevur longt sáttmálan í tvey ár.

Ungu og evnaríku brøðurnir hava longu fingið fleiri royndir við besta liðnum hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir og skorað 1 mál, meðan Jógvan hevur leikt 46 dystir og skorað 4 mál.

Vit gleða okkum til framvegis at síggja brøðurnar, á Lakjuni í Fløtugerði í reyða ÍF-búnanum!