Flogbóltssamband Føroya
Eftir 6 FM stevnir og kappingina fyri síðstu fýra liðini er greitt, at Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev eru føroyameistarar í sandflogbólti.
Í finaluni funnu Bjarni og Sasha greitt 2-0 á Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen. Settmunurin var 21-13 og 21-7. Bjarni og Sasha eru tveir rættuliga royndir sandflogbóltsleikarar og Jónstein og Sofus, sum fyrr í summar mannaðu eitt av føroysku U18 landsliðunum, høvdi tað sera trupult í dystinum.
Bjarni og Sasha eru við hesum fyrstu føroyameistararnir í sandflogbólti fyri menn.
Kaj Johannesen og Elias B. Jensen gjørdust nr. 3 í samlaðu kappingini.