Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2026 17:21

Jakobina og Milja eru føroyameistarar í sandflogbólti

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Í finaluni, sum varð leikt í Koksinum í Fuglafirði í dag, vunnu tær 2-0 á Onnu Katrinu og Tovu

FM stevnurøðin í sandflogbólti fyri kvinnur er nú komin at enda og tað vóru leikarar úr KÍF, sum vunnu FM. Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir leiktu í dag finalu ímóti Onnu Katrinu í Haraldstovu og Tovu S. Nielsen. Her vunnu Jakobina og Milja 2-0 við settmuninum 21-15 og 21-19. Jakobina og Milja vístu í finaluni betri spæl og meira yvirskot og tað var í veruleikanum ongantíð ivi um úrslitið.

Jakobina og Milja eru so samstundis fyrstu føroyameistararnir nakrantíð í sandflogbólti, tí hetta er fyrsta árið, at kapping í sandflogbólti er skipað av Flogbóltssambandi Føroya. Kappingin hevur verið skipað yvir eina røð av stevnum, har hin fyrsta var í Fuglafirði hin 27. juni.