Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2026 14:31

EM í dart 2026 og stórur finaludagur Við Tjarnir

Tíðindaskriv/Dartsamband Føroya

37 lond, umleið 300 leikarar og fleiri kend dartnøvn savnast í Føroyum, tá EM í dart fyri landslið verður spælt við Tjarnir frá 30. september til 3. oktober. Leygardagin 3. oktober verður lagt upp til ein serligan finaludag við dart á hægsta stigi, og veruligum dart stemningi.

Frá mikudegnum 30. september til fríggjadagin 2. oktober verða innleiðandi dystirnir í EM spældir. Hesar dagar eru innleiðandi dystir á 32 banum samstundis, men eisini er ein dystur sum verður spældur á stóra finalupallinum.

Dartsamband Føroya eru vertir fyri EM á hesum sinni, og vit vilja fegin at áskoðarar eisini kunna uppliva EM-stemningin hesar dagarnar og stuðla okkara landsliði. Umframt sjálvar dystirnar verður eisini dart-handil, møguleiki at royna ymiskar dartskivur og útgerð, og ymiskar kappingar verða fyri áskoðararnar.

37 lond – og fleiri stór dartnøvn

EM 2026 savnar eitt stórt og fjølbroytt felt har umleið 300 leikarar úr 37 londum luttaka, og millum teirra eru fleiri nøvn, sum dartáhugað kenna væl.

Millum profilarnar er svenski stórspælarin Andreas Harrysson, betur kendur sum “Dirty Harry”, og fyrrverandi PDC-spælarin Rowby-John Rodriguez. Eisini verður verandi WDF-heimsmeistarin hjá kvinnum, Deta Hedman, at síggja við Tjarnir.

Og so er tað eitt av heilt stóru stjørnuskotunum á dartpallinum í løtuni: 15 ára gamli Mitchell Lawrie. Hóast sín unga aldurin hevur hann longu gjørt vart við seg á sama hátt sum heimsstjørnan Luke Littler gjørdi fyri bert fáum árum síðani.

Tað merkir, at føroyskir áskoðarar fáa ein sjáldsaman møguleika at uppliva bæði royndar heimsstjørnur og nøkur av mest spennandi ungu talentunum í altjóða dart – mitt í Føroyum.

Stóri finaludagurin verður leygardagin 3. oktober

Leygardagin 3. oktober verður hæddarpunktið á EM, tá stóri finaludagurin verður Við Tjarnir frá klokkan 13:00 til umleið 18:00.

Hendan dagin verður gjørt serliga nógv burturúr upplivingini. Dystirnir verða spældir á stóru senuni, og allar finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum verða avgjørdar. Her verður kappast bæði í einmansleiki, tvímansleiki og eisini við liðum á 4 spælarum.

Harumframt verða kappingar og undirhald fyri áskoðararnar, so lagt verður upp til nakrar spennandi tímar við góðum stemningi – bæði fyri tey, sum fylgja dart tætt, og tey, sum bara hava hug at uppliva eitt stórt altjóða ítróttartiltak.

Atgongumerkjasølan til finaludagin byrjar mánadagin kl 10:00 á heimasíðuni hjá við Tjarnir.

ATGONGUMERKI TIL FINALUDAGIN við Tjarnir

BØRN – 50 KR. + avgreiðslugjald

VAKSIN – 180 KR. + avgreiðslugjald

BORÐ TIL 8 FÓLK við drykkivørum – 3.900 KR. + avgreiðslugjald

Keyp atgongumerki á www.tjarnir.fo frá mánadegnum 7.september frá kl 10:00