Dagføring Kl. 14:30
Føroya Politi boðar nú frá, at vegastrekkjið millum Skála og Skálafjørð er latið upp fyri ferðslu.
Heitt verður tó á bilførarar um at koyra sera varliga á strekkinum. Um vegurin verður vátur aftur, kann tað gerast sera hált.
Vegastrekkið: Skálafjørður – Skipaneskrossurin – Syðrugøta er framvegis stongt fyri allari ferðslu.
Væntandi verður sporið norðeftir frá Skipaneskrossinum til Syðrugøtu latið upp um ein tíma.