Í morgin er stóra brakið á skránni, tá ið mennirnir hjá Víkingi og KÍ bresta saman á Tórsvølli, í ársins dysti, sum er finalan um løgmanssteypið.
Í skúlunum báðum í Eysturkommunu, í Gøtu og Leirvík, og í Dagstovninum Gjáa í Gøtugjógv, varð nógv gjørt burturúr.
Leikarar hjá Víkingi løgdu leiðini framvið í øllum trimum støðum, har teir heilsaðu uppá børnini, svaraðu spurningum og til síðst skrivaðu autografir til børnini.
Myndir: Eyp.fo































